Útleigari vil ikki gjalda leigara depositum uppá 20.000 kr. aftur. Útleigari bjóðar leigara 10.000 kr.
Útleigari førir fram, at ein borðpláta skal umvælast, og at hetta skuldi leigari standa fyri. Eisini afturheldur útleigari depositum fyri manglandi reingerð og nýggja kókiplátu.
Leigunevndin staðfestir, at ongin innflytingarfrágreiðing var gjørd, soleiðis sum §§ 3 og 8 í Leigulógini áseta. Tó er góðkendi leigusáttmálin nýttur.
Tað er ásett í § 3, stk. 2, í leigulógini, at standard leigusáttmálin eisini skal fevna um innflytingarfrágreiðing og deponeringsavtalu, og sambært § 8 er tað eitt lógarkrav, at útleigari og leigari í felag skulu gera eina innflytingarfrágreiðing, tá flutt verður inn í leigaða bústaðin. Hendan innflytingarfrágreiðingin skal verða váttað av báðum pørtum, og skal lýsa hvørjum standi bústaðurin er í.
Tað er útleigari, sum sambært § 3, stk. 3, í leigulógini hevur ábyrgdina av, at standard leigusáttmáli við innflytingarfrágreiðing verður gjørdur.
Tað er trupult hjá Leigunevndini at meta um, hvørjum standi leigumálið var í, tá ið leigari flutti inn, og samanbera við standin tá leigari flutti út, tá kravda innflytingarfrágreiðingin er ikki gjørd.
Sambært § 5, stk. 3, nr. 1, kann útleigari sostatt afturhalda depositum, um leigari ikki letur tað leigaða aftur í sama standi, sum tá flutt varð inn, burtursæð frá vanligum sliti og elli, sí § 12, nr. 3, í leigulógini.
Tá innflytingarfrágreiðing ikki er gjørd, ber ikki til at staðfesta standin á leigumálinum, tá leigari flutti inn. Leigunevndin kann tí heldur ikki staðfesta hvørt grundarlag er hjá útleigara at afturhalda depositum.
Leigari hevur goldið 20.000 kr. í depositum. Útleigari skal tí flyta 20.000 kr., á konto hjá leigara uttan óneyðugt drál.