Leigunevndin hevur avvíst eina kæru um framferðina hjá einum útleigara í sambandi við atgongd til og tøming av einari leiguíbúð.
Ein leigari kærdi um, at útleigarin uttan samtykki og uttan at viðkomandi myndugleikar høvdu verið uppi í málinum, hevði verið inni í leiguíbúðini, handfarið privatar ognir hjá leigaranum og síðani tømt íbúðina og flutt ognirnar á annað stað.
Leigarin upplýsti, at ein mánaðar húsaleiga var í eftirstøðu. Eftir áheitan frá Leigunevndini nágreinaði leigarin, at kæran snúði seg um framferðina hjá útleigaranum og ikki um grundarlagið fyri uppsøgn ella ógilding av leiguavtaluni. Hesir upplýsingarnir vóru avgerðandi fyri niðurstøðuna.
Leigunevndin vísti á, at málsøkið hjá nevndini er avmarkað til tey viðurskifti, sum eru ásett í § 26 og § 26 a í leigulógini.
Forkvinnan í Leigunevndini metti, at spurningurin um, hvørt útleigarin hevði havt rætt til sjálvur at fara inn í leigumálið, tøma íbúðina og handfara privatar ognir hjá leigaranum, lá uttan fyri lógarásetta málsøkið hjá nevndini.
Avgerð
Við heimild í § 28, stk. 4 í leigulógini varð kæran avvíst, tí hon snúði seg um viðurskifti, sum lógu uttan fyri málsøki Leigunevndarinnar.
Tó skal viðerkjast, at Leigunevndin ikki tók støðu til, um framferðin hjá útleigaranum hevði verið lóglig ella ólóglig!
Avgerðin er dulnevnd, og upplýsingar, sum kunnu eyðmerkja partarnar, eru tiknar burtur.