10.07.2026 · Leigunevndin

Avgerð hjá Leigunevndini um leiguhækking

Avgerð hjá Leigunevndini um leiguhækking

Leigunevndin hevur viðgjørt eina kæru um leiguhækking sambært § 26, stk. 1, nr. 2 í leigulógini. Málið snýr seg um, hvørt ein fráboðað leiguhækking er rímilig og nóg væl grundað.

Í avgerðini tekur Leigunevndin støðu til, hvørjar upplýsingar ein útleigari má leggja fram fyri at prógva, at ein leiguhækking er sakliga grundað, og hvussu heimildin hjá Leigunevndini sambært § 26 í leigulógini skal skiljast. Avgerðin viðger eisini próvbyrðuna hjá útleigaranum og skylduna hjá Leigunevndini at tryggja, at mál eru nóg væl upplýst, áðrenn avgerð verður tikin.

Avgerðin er dulnevnd.