03.11.2026 · Leigunevndin

Afturhald av depositum – skaðar og manglandi leigugjald ikki prógvað

Afturhald av depositum – skaðar og manglandi leigugjald ikki prógvað

Leigunevndin tók ikki undir við kravi útleigarans um at halda depositum aftur vegna skaðar á leigumálið og manglandi leigugjald.

Málið snúði seg um ein útleigara, sum hevði biðið Leigunevndina um góðkenning til at halda depositum aftur eftir, at leigari var fluttur úr leigumálinum. Útleigari gjørdi galdandi, at leigari hevði elvt til fleiri skaðar á leigumálið, og at útreiðslur til umvælingar tí skuldu mótroknast í deposituminum. Harumframt kravdi útleigari gjald fyri ein mánað, sum hann metti, at leigari skyldaði.

Leigari mótmælti kravinum og vísti millum annað á, at trupulleikar við hitanum høvdu gjørt, at familjan ikki kundi búgva í leigumálinum seinastu tíðina undan fráflytingini. Leigari gjørdi eisini galdandi, at útleigari hevði góðtikið fráflytingina og lovað, at depositumið skuldi rindast aftur.

Meting Leigunevndarinnar

Leigunevndin vísti á, at sambært § 5, stk. 3, í leigulógini kann útleigari bert halda depositum aftur, um treytirnar í ásetingini eru loknar. Tað er útleigarin, sum hevur próvbyrðuna fyri, at leigari hevur elvt til skaðar, sum kunnu grunda eitt endurgjaldskrav.

Nevndin legði dent á, at eingin innflytingarfrágreiðing varð løgd fram, hóast biðið varð um hana. Tí var ikki møguligt at staðfesta, hvørjum standi leigumálið var í við innflyting, og samanbera hetta við standin við fráflyting. Harumframt vóru ikki lagdar fram nøktandi kvittanir ella onnur skjøl, sum prógvaðu tær upplýstu umvælingarútreiðslurnar.

Hóast myndir og aðrar upplýsingar kundu benda á, at ávísir skaðar vóru, metti Leigunevndin ikki, at útleigari hevði prógvað, at leigari bar ábyrgd av hesum skaðum, ella at útleigari hevði havt eitt staðfest fíggjarligt tap.

Viðvíkjandi kravinum um manglandi leigugjald legði nevndin dent á upplýsingarnar um fráflytingina og samskiftið millum partarnar. Nevndin metti ikki, at útleigari hevði prógvað, at hann hevði eitt krav um leigugjald fyri viðkomandi mánað.

Avgerð

Leigunevndin tók ikki undir við kravi útleigarans um at mótrokna útreiðslur til skaðar, umvælingar ella manglandi leigugjald í deposituminum.

Útleigari varð tí álagdur at rinda leigara alt depositumið aftur uttan óneyðugt drál.

Avgerðin undirstrikar týdningin av, at útleigari tryggjar sær nøktandi skjalprógv, herundir innflytingarfrágreiðing og skjalprógv fyri møguligum skaðum og útreiðslum, áðrenn krav verður sett fram um afturhald av depositum.