Limir í nevndini

Sett av Landsstýrismanni

Í løtuni varðar Landsstýriskvinnan í almannamálum av leigulógini. Landsstýriskvinnan setir leigunevndina og hevur ábyrgd fyri nærri ásetingum um virksemi og fundarskipan nevndarinnar.

Leigunevndin verður mannað við einum formanni, sum skal vera løgfrøðingur, og tveimum øðrum limum, sum allir verða tilnevndir fyri eitt fýra ára skeið. Fyri formannin og hvønn av limunum verða tilnevnd varaumboð

Nevndin skal hava kunnleika um leiguvirksemi, byggifrøði, búskaparfrøði og viðurskifti brúkaranna. Valskeiðið hjá øllum limum í leigunevndini er fýra ár.

Limir

Í løtuni er leigunevndin mannað við hesum limum:

1) Birta Biskupstø, løgfrøðingur og forkvinna
2) Gunnleyg Árnafjall, cand.merc.aud.
3) Peter Ritter, timburmaður og byggifrøðingur

Varalimir eru:

4) Kristina Samuelsen, løgfrøðingur og varaforkvinna
5) Birna Steingrímsdóttir, búskaparfrøðingur
6) Jóhan Syderbø, timburmaður og byggfrøðingur