Upplýsing til útleigara
Sum útleigari hevur tú rættindi í leigulógini.
Talan er fyrst og fremst um ásetingar um uppsagnarmøguleikar, og greiðar reglur fyri leigara, sum ger, at tú við lógarrætti kann tryggja teg ímóti órímiligum tapi av leigarans ávum.
Eisini hevur tú rætt til at kæra til leigunevndina.
Niðanfyri eru nakrir spurningar svaraðir (oss/faq). Talan er ikki um úttømandi spurningar og svar, men skal skiljast sum ein vegleiðing. Mælt verður til, at útleigari setur seg væl inn í viðurskiftini, lesur lógina og tryggjar, at leigusáttmáli, innflytingarfrágreiðing og deponeringsavtala verða gjørd á fullfíggjaðan hátt og tryggjar sær, at allar partar skilja avtalu og treytir.
OSS:
Kann eg avtala longri uppsagnarfreist hjá leigara enn 1 mánað?
- nei, tað er ikki loyvt at gera avtalur við leigara, sum geva honum verri rættindir enn lógin ásetir.
Eg skal leiga út, hvussu geri eg?
- Leigusáttmálin hjá leigunevndini skal nýtast saman við innflytingarfrágreiðing (er at finna her)
- deponeringsavtala (er at finna her) skal gerast og deponeringskonta stovnast í peningastovni.
Depositum
- Depositum er ein trygd fyri skyldum leigarans, tá hann flytur út úr leigaðu hølunum.
- útleigarin kann í mesta lagi krevja depositum svarandi til 3 mánaðar leigu
- depositum skal setast á deponeringskonto í peningastovni
- depositum kann einans gjaldast út aftur við semju millum útleigara og leigara ella við avgerð frá leigunevndini.
Innflytingarfrágreiðing
- Innflytingarfrágreiðingin er partur av leigusáttmálanum og skal fyllast út í felag av útleigara og leigara, tá flutt verður inn.
- Innflytingarfrágreiðingin hevur serliga stóran týdning um trætur koma fyri millum útleigara og leigara um standin av leigumálinum tá flutt verður út í mun til tá flutt varð inn (dømi eru at finna í innflytingarfrágreiðingini her).
Uppsøgn av leigusáttmálanum
- ikki vinnuligur útleigari: skal siga leigumálið upp við 3 mánaða freist til endan av einum mánaða. Eingin grundgeving krevst fyri uppsøgnina
- vinnuligur útleigari: skal siga leigumálið upp við í minsta lagi 5 mánaða freist til endan av einum mánaða. Leigumálið kann bert uppsigast 1) tá útleigari sjálvur, børn, stjúkbørn ella fosturbørn skulu nýta leigumálið at búgva í, 2) tá leigaðu hølini skuli rívast niður ella byggjast um og tískil ikki kunnu nýtast til bústað eftir hetta og 3) tá tíðandi orsøkir annars gera tað umráðandi fyri útleigara at verða loystur frá leigumálinum
- Uppsøgnin skal vera skrivlig, dagfest og grundgivin.
Ógildan av leigusáttmálanum
- um útleigari metir, at leigarin er í mishaldi, skal útleigari geva leigara ávaring við 8 daga freist. Um leigari heldur fram við mishaldinum, kann útleigari geva leigara eina uppsøgn. Tó fær uppsøgnin ikki gildi fyrrenn hon viðgjørd og góðkend av leigunevndini.
Kæra
- Kæran skal sendast leigunevndini skrivliga á t-post: leigunevndin@leigunevndin.fo.
- Við kæruni skulu sendast leigusáttmálin og innflytingarfrágreiðingin, deponeringsavtalan (serliga tá kært verður um depositum) og skrivligt samskifti millum partarnar
- Skjalprógvaðar útreiðslur fyri tap, sum kann lastast leigara. (Útleigari hevur próvbyrðuna fyri at hann hevur havt tap).
Skal leigunevndin hava leigusáttmálan?
- Leigunevndin skal ikki góðkenna leigusáttmálan, men bert hava leigusáttmálan í sambandi við kærumál.
Kann eg koyra leigara út frá degi til dags?
- nei, skrivlig ávaring skal altíð gevast.
Kann útleigari koma á staðið og koyra leigaran út?
- Nei, hetta skal góðkennast av leigunevndini
Tá leigumálið verður selt
- Um útleigari er vinnuligur og selur ognina, sum verður leigað út, skal havast í huga, at uppsøgn í sambandi við sølu, er ikki haldgóð grundgeving fyri uppsøgn av leigara
- Um so er, at keyparin sjálvur skal brúka ognina til egnan bústað, kann hann uppsiga leigarar við 5 mánaðar freist, tá ið hann hevur yvirtikið ognina
- Um keypari heldur fram við at leiga út, kunnu leigarar ikki verða uppsagdir uttan haldgóða grund sambært §21, stk. 2 í leigulógini.