Upplýsing til leigara

Sum leigari hevur tú  rættindi í leigulógini.

Talan er fyrst og fremst um uppsagnarrættindi, og verju móti órímiligum broytingum í leigutíðarskeiðnum.

Eisini hevur tú rætt til at kæra til leigunevndina.

Niðanfyri eru nakrir spurningar svaraðir (oss/faq). Talan er ikki um úttømandi spurningar og svar, men skal skiljast sum ein vegleiðing. Mælt verður til, at leigari setur seg væl inn í viðurskiftini, lesur lógina og tryggjar, at leigusáttmáli, innflytingarfrágreiðing og deponeringsavtala verða gjørd á fullfíggjaðan hátt.

 

OSS:

Hvat kann eg kæra um?

Kærast kann t.d. um: 

  • leigugjaldið
  • hækking av leigugjaldinum
  • almennu reglurnar um krøv til bústað (§ 9)
  • manglandi ábøtur (útleigari skal hava atgongd til leigumálið, so ábøtur og viðlíkahald  kunnu gerast, §§ 9 og 10)
  • grundarlagið fyri uppsøgn av leigumálinum
  • um leigarin metir seg vera uppsagdan av órøttum (bert galdandi fyri vinnulig leigumál)
  • depositum.

Hvussu geri eg tá ið eg skal kæra?

  • Kæran skal sendast leigunevndini skrivliga á t-post: leigunevndin@leigunevndin.fo

Hvørjir upplýsingar/skjøl skulu sendast við tá kært verður

  • leigusáttmálin og innflytingarfrágreiðingin
  • deponeringsavtalan (serliga tá kært verður um depositum)
  • skrivligt samskifti millum partarnar, myndir osv.

Er útleigari vinnuligur ella ikki vinnuligur ?

  • Um útleigari hevur fleiri enn tvey leigumál er talan um vinnuligt leigumál
  • Løgfrøðiligur persónur (t.d. P/f) er eisini at rokna sum vinnuligur útleigari, óansæð tal av leigumálum.

Hvussu long er mín uppsagnarfreist?

  • 1 mánað. 

Nær á mánaðinum skal eg siga upp?

  • leigarin skal siga upp við 1 mánaða freist til endan av einum mánaði
  • dømi 1: leigarin gevur útleigara uppsøgnina skrivlig 30 mai. Leigarin skal tá vera úti av leigumálinum í seinasta lagi 30. juni og leiga skal gjaldast fyri allan juni mánað. 
  • dømi 2: leigarin gevur útleigara uppsøgnina skrivliga 1. juni. Leigarin er tá leysur av leigumálinum 31. juli. Leiga skal sostatt rindast fyri juni og juli mánað.

Hvussu sigi eg upp?

  • leigumálið verður sagt upp skrivliga við dagfesting.

Hvussu geri eg útleigara vart við mishald?

  • sum skjótast skrivliga við dagfesting.

Grein 26, stk. 1, nr. 1-7 ásetir neyvari hvat kærast kann um.