Spurningar og svar


Eru leigari og útleigari ósamdir kunnu ávís trætumál leggjast fyri leigunevndina til støðutakan.

Sambært § 26 í leigulógini kann leigunevndin viðgera kærur frá pørtunum um:
1) ein møgulig hækking av leiguni er rímilig, og kann heilt ella lutvíst strika hesa hækking,
2) leigubústaðurin lýkur ásettu krøvini til brunatrygd, bústaðarbygging o.l. og kann í hesum sambandi áleggja útleigaranum at gera neyðugar ábøtur,
3) rættin og skyldur hjá útleigara at fremja umvælingar,
4) grundarlagið fyri uppsøgn av leigumálinum og kann ógilda eina ólógliga uppsøgn,
5) afturhaldan av depositum

Leigunevndin er ein fyrisitingarlig nevnd, sum í høvuðsheitum tekur avgerðir út frá skrivligum grundarlagi. Kærur skulu sostatt vera skrivligar og grundgevast skal fyri kæruni. Leigunevndin kann krevja aðrar upplýsingar frá pørtunum og kann í ávísum førum krevja at sýna sjálvt leigumálið, tá hetta krevst fyri at kunna taka avgerð í málinum.

Avgerðirnar hjá leigunevndini eru endaligar innanfyri fyrisitingina, og kunnu bert roynast í rættinum.

Roknast kann við at viðgerðartíðin hjá Leigunevndini er drúgv, alt eftir hvussu nógv mál vera viðgjørt.