Spurningar og svar


Bert leiguavtalur, ið eru longri enn 3 mánaðir eru fevndar av leigulógini. Verður ein tíðaravmarkað leiguavtala undir 3 mánaðar longd út yvir 3 mánaðar, verður avtalan fevnd av leigulógini. Ikki ber til at umganga reglurnar í leigulógini við at gera fleiri avtalur upp til 3 mánaðir.

Um talan er um verandi leigumál uttanfyri Havnina eru ikki ásetingar um broytingar. Er talan um verandi leigumál í Tórshavnar Kommunu – herundir nýggju bygdirnar, sum eru komnar inn í Tórshavnar Kommunu seinnu árini – er krav um at hesir sáttmálar verða latnir kommununi til góðkenningar.

Er talan um nýtt leigumál, galdandi eftir 1. september 2010, verður sáttmálaloysi roknað sum brot á leigulógina. Í hesum føri skalt tú gera leigusáttmála við tilhoyrandi innflytingarfrágreiðing, sambært nýggju leigulógini.