Spurningar og svar


Leigarin avger í hvørjum standi hann vil góðtaka leigumálið.

Fyri at prógva standin á leigumálinum skal ein innflytingarfrágreiðing gerast, ið lýsir standin á leigumálinum, tá flutt verður inn. Leigari og útleigari skulu í felag gera innflytingarfrágreiðingina, og hon skal undirskrivast av báðum pørtum og eitt avrit skal útflýggjast leigara. At leigari og útleigari skulu gera frágreiðingina í felag, merkir, at leigari og útleigari skulu hava gjøgnumgingið og góðkent frágreiðingina. Um so er, at leigari ikki hevur sæð allar manglarnar við leigumálinum, hevur leigarin sambært § 7, stk. 2 í leigulógini eina freist uppá 14 dagar eftir innflyting, skrivliga at krevja at útleigarin umvælir hesi brekini/manglarnar.

Ávís minstukrøv verða sett til leigumál: útleigari hevur altíð sambært § 9 í leigulógini skyldu til at tryggja, at bústaðurin lýkur lógarásett krøv til bústaðabygging, brunatrygd o.l. Minstu brunakrøv til bústaðir eru ásett í kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd, sum broytt við kunngerð nr. 88 frá 9. november 1999. (KBB-99). Kunngerðin hevur heimild í § 25 í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 11 mai 2009.

Ongar almennar byggireglur eru settar í verk í Føroyum, men arbeitt verður við hesum. Tó kunnu einstøku kommunurnar áseta reglur fyri brunatrygd og bygging.

Sambært § 10 í leigulógini hevur útleigari skyldu til at halda viðlíka alt, sum stendst av vanligum sliti og elli. Vanligt slit og elli, umfatar til dømis alt vanligt slit á gólvið, at skifta fukur, at mála veggir, ið eru litfarnir og skøvaðir og annars alt, ið stendst av vanligum brúki. Eru hvítvørur umfataðar av leigumálinum, er tað ábyrgd útleigarans at umvæla hesar ella skifta tær út vegna slit og elli. Vanligt slit og elli umfatar eisini úthurðar og vindeygu, ið byrja at leka.

Einki er til hindurs fyri at útleigari og leigari gera aðra avtalu, ið er til fyrimuns fyri leigaran, um t.d. býti av viðlíkahaldi millum leigara og útleigara.