Skilt verður ímillum vinnuliga og ikki-vinnuliga útleigan.
1) Ikki vinnulig útleiga, er útleiga, sum fevnir um í mesta lagi tvey leigumál, ið eru á sama bústaði, har útleigarin og húski hansara búgva. Fyri at koma undir ikki vinnuliga útleigu, skal útleigari veruliga búgva á bústaðnum. Tað er ikki nóg mikið, at útleigari hevur sína postadressu á bústaðnum. Fyri leigusáttmálar, sum eru undirskrivaðir 14. mai 2019 og seinni, er ikki-vinnulig útleiga, útleigan sum fevnir um í mesta lagi 2 leigumál og einki krav er um at leigumálini skulu vera á sama bústaði sum útleigarin og húski hansara búgva.
2) Vinnulig útleigan er øll útleigan sum ikki kemur undir ikki-vinnuliga útleigan, herundir eisini útleigan til virkir og stovnar.
Ikki vinnuligur útleigari kann siga leigumálið upp við 3 mánaðar freist til endan av einum mánaði. Ikki vinnuligur útleigari kann siga leigumálið upp uttan orsøk.
Vinnuligur útleigari kann siga leigumálið upp við 5 mánaðar freist til endan av einum mánaði. Vinnuligur útleigari kann bert uppsiga leigumálið, um hann lýkur treytirnar fyri uppsøgn, ið settar eru í § 21 í leigulógini og skal grundgeva fyri síni uppsøgn.
Umframt vanligu uppsagnarreglurnar kunnu leigari og útleigari uppsiga leiguavtaluna vegna mishald frá hinum avtalupartinum.
Viðv. tíðaravmarkaðum leigusáttmála:
Sambært § 19 í leigulógini, kann sigast upp við 1 mánaða freist.
Sambært § 2, stk. 4 í leigulógini, hava avtalur, sum geva leigara, hjúnafelaga ella persóni, ið leigari livir saman við í parlagi, verri rættindi enn ásett er í løgtingslógini, ikki gildi. Eftir hesum kann ein leigari ikki missa rættin sambært § 19 til at siga upp við 1 mánaða freist – heldur ikki um leiguavtalan er tíðaravmarkað.
Tíðaravmarkað merkir, at leiguskeiðið endar tá skeiðið endar. Ikki at tað skal renna líka til tá, tí leigari er ikki bundin alt skeiðið.
§ 2, stk. 4 í leigulógini nevnir bara leigara (ikki útleigara). Útleigari kann tí ikki siga leigumálið upp við t.d. einum mánaða freist.