Spurningar og svar


Sambært §  5 í  leigulógini, kann útleigari krevja depositum,  svarandi til leigu fyri  í mesta lagi  3 mánaðir.  Leiguupphæddin  verður  ásett  eftir
avtalu millum útleigara og leigara.

Depositum er ein trygd fyri  skyldum leigarans, tá hann flytur út úr leigaðu hølunum.

Útleigari kann krevja depositum afturhildið um:
  Leigari  ikki  letur  tað  leigaða  aftur  í sama  standi,  sum  tað  var  í,  tá  flutt varð  inn,  burtursæð  frá  vanligum  sliti
og elli.
  Leigari skyldar leigugjald, ella
  Leigari  á  annan  hátt  kann  lastast  fyri, at  útleigari  hevur  havt  eitt  fíggjarligt tap,  orsakað  av  leiguni.  Útleigarin
hevur próvbyrðuna fyri, at hann hevur havt eitt slíkt tap.

Í tann mun, at útleigari krevur depositum skal hetta verða ásett í leigusáttmálanum, ið verður undirskrivaður  av  bæði  leigara  og  útleigara.

Útleigari kann sostatt ikki eftirfylgjandi krevja at leigari skal rinda depositum.


Depositum  verður  at  rinda  inn  á deponeringskontu í peningastovni, hetta fyri at tryggja,  at  hvørki  leigari  ella  útleigari  hava ræðisrættin  yvir  peninginum,  so  leingi leiguavtalan er galdandi.

Í  mai  2013,  varð  broyting  gjørd  í  leigulógini, soleiðis,  at  depositum  framyvir  skal  rindast  á deponeringskontu hjá útleigara. Útleigari  rindar  fyri  at  seta  á  stovn deponeringskontu.  Tað  er  eisini  útleigari,  ið sambært  §  5,  stk.  3  í  leigulógini  hevur rentuágóðan  av  depositum  í  sambandi  við,  at leiguavtalan endar.

Kravið  um  deponeringskontu  er  galdandi  fyri øll  leigumál  til  bústað,  tó  undantikið  leigumál, ið Føroya Bústaðafelag umsitur.

At stovna deponeringskontu:

Fyri  at  stovna  deponeringkontu,  skal peningastovnurin hava:

  Persónsupplýsingar og samleikaprógv frá útleigara og leigara
  Undirskrivað eintak av leigusáttmála
  Upphæddina á depositum
  Bústaðin á tí leigaða

Útgjalda depositum

Útgoldið  verður  av  deponeringskontu  eftir ákravi treytað av, at útleigari og leigari í felag, og fullari semju, skrivliga biðja um tað.
Smidligasti hátturin at fáa depositum útgoldið, er,  at  leigari  og  útleigari,  eftir  at  hava  sýnað leigubústaðin  í  sambandi  við  uppsøgn  av
leigumálinum,  undirskriva  áheitan  til peningastovnin  um  at  útgjalda  depositum.  Í tann  mun,  at  bert  partur  av  inngoldna deposituminum  skal  útgjaldast  leigara,  vátta partarnir  hvør  upphæddin  er, ið skal útgjaldast leigaranum.

Samstundis  verður  váttað,  at restin  av  upphædduni  skal  flytast útleigaranum.

Á  heimasíðu  leigunevndarinnar, www.leigunevndin.fo,  er skjal hjá pørtunum at undirskriva  í  sambandi  við  áheitan  til peningastovnin um at útgjalda depositum.

Tað  er  óviðkomandi  fyri  peningastovnin,  at útleigari  mótvegis  peningastovninum mótmælir, at leigari fær útgoldið depositum. Einans  undirskrift  frá  báðum  pørtum  ella avgerð  frá  leigunevndini  kann  grunda  útgjald av depositum. Í  tann  mun  ósemja  er  millum  partarnar  og partarnar  velja  at  leggja  málið  beinleiðis  fyri rættin,  heldur  enn  fyri  leigunevndina,  kunnu peningarstovnarnir  tá    útgjalda  depositum sambært:
  innandi dómi,
  gerðarrættarúrskurði,
  uttanrættarsemju ella
  rættarsemju
Hevur  leigunevndin  tikið  avgerð  í  máli  um depositum,  skal  peningastovnurin  útgjalda sambært  avgerð  leigunevndarinnar,  uttan mun  til,  um  partarnir  eftirfylgjandi  leggja málið fyri rættin.

“Pengar undir borðið” frá leigara til útleigara er strangliga bannað, og verður mett sum lógarbrot, ið verður sektað. Sambært § 4 í leigulógini er tað bannað útleigara at taka ímóti ella krevja aðra samsýning frá leigara enn leigu ella at treyta sær, at leigari er partur av aðrari rættargerð, ið ikki er partur av leiguavtaluni. Útleigari kann t.d. ikki krevja eina upphædd frá einum leigara, soleiðis at hesin fær leigumálið fram um annan leigara, ella at leigari við síðuna av leigugjaldinum skal rinda onnur gjøld, ið annars ikki er ein partur av leiguavtaluni.