Leigunevndin   >   Faroese Edition   >   Lógin   >   Spurningar og svar   >   Hvør er leigarin?

Spurningar og svar


Hvør er leigarin?

Leigari er tann, sum skrivar undir leigumálið, saman við hjúnafelagi, ella tann ið leigarin livir saman við í parlagi.

Doyr ein leigari, áðrenn leigumálið er endað, hevur hjúnafelagin ella tann, sum leigarin livir saman við í parlagi, sambært § 22 í leigulógini rætt til at halda fram í leigumálinum. Hetta er eisini galdandi, tá leigarin sjálvur av eini hvørjari orsøk flytur út. Treytin er at leigumálið virkar sum felags bústaður hjá pørtunum í parlagnum.