Spurningar og svar


Tá flutt verður úr leigaða bústaðnum, skulu leigari og útleigari í felag sýna bústaðin og tá verður innflytingarfrágreiðingin og møguligar skrivligar fráboðanir um brek/manglar sambært § 7 í leigulógini, grundarlagið undir sýninum.

Letur leigari ikki leigumálið aftur í sama standi, sum tá hann flutti inn, kann útleigari lata hølini umvæla fyri eigarans rokning. Hetta merkir eisini, at útleigari sambært § 5, stk. 2, nr. 1 í leigulógini kann afturhalda depositum.

Sambært § 12, nr. 4 í leigulógini, skal leigumálið latast aftur í sama standi, sum tað var í, tá flutt var inn, tó burtursæð frá vanligum sliti og elli. Ábyrgdin hjá leigara at lata leigumálið aftur í sama standi tað var í við innflyting, skal síggjast í sambandi við § 10 í leigulógini, ið áleggur útleigara at halda viðlíka alt, ið stendst av vanligum sliti og elli og í sambandi við § 12, nr. 3 í leigulógini, ið sigur at leigari hevur skyldu at endurrinda ella bøta um skaða á leigumálið.

Vanligt slit og elli kemst av allari vanligari og rímuligari bústaðarnýtslu. At bøta um slit og elli verður gjørt við t.d. at mála, hvítta, tapetsera og lakera gólv. Er talan um slit á trægólv vegna vanligt brúk, er hetta at meta sum slit og elli. Eru t.d. grovar foyrur og brennimerki í gólvinum, er talan um skaða, ið leigari skal endurrinda.

Leigari hevur ikki skyldu at mála leigumálið uttan so, at talan er um skaða. Hol í veggin, er at meta sum skaði. Litfarið tapet, er ikki at meta sum skaði, men sum slit og elli.

At mjólk, saft ella reyðvín er stoytt á teppið, má metast at vera hendiligt óhapp undir vanligari bústaðarnýtslu. Er hinvegin stoytt á alt gólvteppið, vil talan ikki vera um vanliga og rímuliga bústaðarnýtslu.

“Óvanligt” slit kann t.d. standast av húsdjórum, ið gnaga durakarmar, eta gólvteppi, skava við klørnum í trægólv ella vegna alt ov “harðligt” innispæl hjá børnum.

Sambært § 12, nr. 3 í leigulógini, hevur leigari skyldu til at endurrinda útleigaranum tap, ið kemst av at húsfólk hansara ella gestir hansara elva til skaða á leigumálið. Hetta uttan mun til hvørt skaðin er hendur við ósketni, óansni ella av aðrari orsøk.
Húsfólk kunnu vera børn ella maki leigarans, og fólk, ið annars kunnu metast sum vanlig húsfólk. Sum gestir eru at skilja øll onnur, ið vitja leigumálið uttan mun til hvørt leigari kennir ella ikki kennir gestin, sum er inni í leigumálinum. Leigari heftir eisini fyri gestir, sum húsfólk hansara hava við inn í leigaðu hølini.