Spurningar og svar


Um útleigari ikki heldur seg til ásetingarnar í leigulógini og leigusáttmálanum, verður hann sambært § 23 í leigulógini mettur at vera í mishaldi. Leigari kann tá biðja útleigara steðga mishaldinum, annars hevur leigari møguleika at siga leigumál upp uttan nakra freist.

Hvørt ein útleigari er í mishaldi, verður m.a. at meta um við støði í tí avtalaða. Hvat er avtalað kann síggjast í leigusáttmálanum, innflytingarfrágreiðingini og møguligum eftirfylgjandi skrivligum fráboðanum sambært § 7, stk. 2 og 3 í leigulógini. Harumframt hevur útleigari skyldu til sambært § 9 í leigulógini at halda lógarásett krøv til bústaðarbygging og brunakrøv og sambært § 10 í leigulógini at halda viðlíka alt, ið stendst av vanligum elli og sliti.

Harumframt skal ein leigari kunna nýta leigumálið til bústað uttan bága. Hetta kann t.d. vera um útleigari ikki setir neyðug tiltøk í verk at basa mýs og rottum í bygninginum, ella um útleigari setir reklamuskilti á bygningin, ið upplýsir bústaðin við blinkandi ljósi.

Leigari skal skrivliga boða frá mishaldinum. Somuleiðis skal leigari áseta eina rímiliga freist fyri útleigara at stegða mishaldinum. Ein rímilig freist skal metast við støði í tí, sum mishaldið snýr seg um.

Um mishaldið krevur tíð at steðga, krevur hetta eina longri freist enn lættari mál. Freistin skal síggjast í sambandi við mishaldið, og skal metast í hvørjum einstøkum føri út frá, hvussu stórt og umfatandi mishaldið er.

Ein leigari kann fara úr leigumálinum beinanvegin um útleigari ikki steðgar mishaldinum innan ásettu freistina.

Mishaldið vera týðandi ella útleigari hava gjørt eina svikagerð. Er talan um ikki týðandi mishald, er uppsøgn av leiguavtaluni til uppathald beinanvegin ikki ein lutfalslig avleiðing, um ikki útleigari hevur gjørt eina svikagerð. Ynskir leigari at siga upp leigumál vegna ikki týðandi mishald, skal hann siga upp eftir vanligum reglum sambært § 19 í leigulógini.

Metast skal í hvørjum einstøkum føri um, hvørt talan er um týðandi mishald. Leigari kann krevja endurgjald fyri útreiðslur, sum eru komnar av hesum mishaldi. Skjalprógvast skal, um leigari hevur havt neyðugar og beinleiðis útreiðslur av hesum mishaldi. Dømi um útreiðslur kunnu vera útreiðslur til at goyma møblar og útreiðslur til ein fyribils bústað.

GG: Messenger, sms og onnur tílík boð eru ikki formliga nøktandi til fráboðan um mishald.