Spurningar og svar


Um leigari ikki heldur seg til skyldur sínar sambært leigulógini og leigusáttmálanum, er hann í mishaldi sambært § 24 í leigulógini.

Útleigari skal geva leigara eina freist til at steðga mishaldinum. Hesi boð skulu vera skrivlig, og freistin hjá leigara er 8 dagar frá tí degi, leigari fær boðini.

Um boðini ikki verða fylgd, hevur útleigari møguleika at siga leigara upp beinanvegin. Útleigari er tá ikki bundin av uppsagnarfreistini í § 20 ella § 21 fyri ávikavist vinnulig og ikki vinnulig leigumál. Hinvegin er talan um eitt so stórt inntriv í viðurskiftini hjá leigaranum, at ein slík uppsøgn ikki fær gildi, fyrr enn hon er góðkend av leigunevndini.

Leigunevndin skal sambært § 28, stk. 1 í leigulógini taka avgerð í einum máli skjótast gjørligt. Kann málið ikki útsetast, kann formaðurin í leigunevndini einsamallur taka støðu sambært § 28, stk. 3.

GG: Messenger, sms og onnur tílík boð eru ikki formliga nøktandi til fráboðan um mishald.