Leigunevndin   >   Faroese Edition   >   Lógin   >   Spurningar og svar

Spurningar og svar

  • Hví almennan leigusáttmála?

    Tí tað er lógarkrav. Eftir nýggju leigulógini, sum kom í gildi 1. september 2010, skulu øll leigumál framyvir nýta ein og sama leigusáttmála, ið er ásettur í kunngerð nr. 89 frá 27. august 2010.

  • Kann eg útleiga uttan leigusáttmála?

    Bert leiguavtalur, ið eru longri enn 3 mánaðir eru fevndar av leigulógini. Verður ein tíðaravmarkað leiguavtala undir 3 mánaðar longd út yvir 3 mánaðar, verður avtalan fevnd av leigulógini. Ikki ber til at umganga reglurnar í leigulógini við at gera fleiri avtalur upp til 3 mánaðir.

    Um talan er um verandi leigumál uttanfyri Havnina eru ikki ásetingar um broytingar. Er talan um verandi leigumál í Tórshavnar Kommunu – herundir nýggju bygdirnar, sum eru komnar inn í Tórshavnar Kommunu seinnu árini – er krav um at hesir sáttmálar verða latnir kommununi til góðkenningar.

    Er talan um nýtt leigumál, galdandi eftir 1. september 2010, verður sáttmálaloysi roknað sum brot á leigulógina. Í hesum føri skalt tú gera leigusáttmála við tilhoyrandi innflytingarfrágreiðing, sambært nýggju leigulógini.

  • Kunnu vit avtala aðrar treytir?

    Partarnir kunnu avtala frávik frá reglunum í leigulógini, men bert í tann mun leigari, hjúnafelagi, ella tann ið leigarin livir saman við í parlagi ikki fær verri rættindi, enn ásett er í leigulógini.

    Avtalur um frávik kunnu ikki nevnast beinleiðis í sáttmálatekstinum (við at strika yvir ella líknandi), uttan so at loyvið er givið í prentaða tekstinum. Avtalað frávik frá reglunum í leigulógini skulu nevnast í § 10 í leigusáttmálanum.

  • Hvør er leigarin?

    Leigari er tann, sum skrivar undir leigumálið, saman við hjúnafelagi, ella tann ið leigarin livir saman við í parlagi.

    Doyr ein leigari, áðrenn leigumálið er endað, hevur hjúnafelagin ella tann, sum leigarin livir saman við í parlagi, sambært § 22 í leigulógini rætt til at halda fram í leigumálinum. Hetta er eisini galdandi, tá leigarin sjálvur av eini hvørjari orsøk flytur út. Treytin er at leigumálið virkar sum felags bústaður hjá pørtunum í parlagnum.

  • Hvør er útleigarin?

    Tann sum varðar av ognini, til einhvørja tíð. Verður ognin seld, arvað ella á annan hátt avhendað, fylgja leigurættindi og skyldur við frá gamla til nýggja eigaran.

    Rættindi, ið leigari hevur sambært leigulógini eru galdandi mótvegis øllum uttan tinglýsing. Rættindi leigarans eru tí tryggjað, hóast leigumálið t.d. verður selt. Nýggjur ánari av ognini má ganga undir tey rættindi, ið leigari hevur eftir leigulógini.

    Sama er galdandi fyri avtalur um leigu, ið verður rindað í forskoti, innskot og depositum, tá hesar upphæddir tilsamans ikki eru størri enn tað, sum svarar til 6 mánaða leigu.

    Hevur leigari eftir avtalu við útleigara fingið betur rættindi enn leigulógin gevur, er leigarin ikki tryggjaður henda rættin, um ognin fær nýggjan eigara.

    Leigari kann krevja, at tílík rættindi verða tinglýst soleiðis at hesin rættur verður tryggjaður. Leigari verður sjálvur at rinda fyri útreiðslurnar til tinglýsingina, um so er, at onnur avtala ikki er gjørd.

  • Í hvørjum standi skal leigumálið verða?

    Leigarin avger í hvørjum standi hann vil góðtaka leigumálið.

    Fyri at prógva standin á leigumálinum skal ein innflytingarfrágreiðing gerast, ið lýsir standin á leigumálinum, tá flutt verður inn. Leigari og útleigari skulu í felag gera innflytingarfrágreiðingina, og hon skal undirskrivast av báðum pørtum og eitt avrit skal útflýggjast leigara. At leigari og útleigari skulu gera frágreiðingina í felag, merkir, at leigari og útleigari skulu hava gjøgnumgingið og góðkent frágreiðingina. Um so er, at leigari ikki hevur sæð allar manglarnar við leigumálinum, hevur leigarin sambært § 7, stk. 2 í leigulógini eina freist uppá 14 dagar eftir innflyting, skrivliga at krevja at útleigarin umvælir hesi brekini/manglarnar.

    Ávís minstukrøv verða sett til leigumál: útleigari hevur altíð sambært § 9 í leigulógini skyldu til at tryggja, at bústaðurin lýkur lógarásett krøv til bústaðabygging, brunatrygd o.l. Minstu brunakrøv til bústaðir eru ásett í kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd, sum broytt við kunngerð nr. 88 frá 9. november 1999. (KBB-99). Kunngerðin hevur heimild í § 25 í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 11 mai 2009.

    Ongar almennar byggireglur eru settar í verk í Føroyum, men arbeitt verður við hesum. Tó kunnu einstøku kommunurnar áseta reglur fyri brunatrygd og bygging.

    Sambært § 10 í leigulógini hevur útleigari skyldu til at halda viðlíka alt, sum stendst av vanligum sliti og elli. Vanligt slit og elli, umfatar til dømis alt vanligt slit á gólvið, at skifta fukur, at mála veggir, ið eru litfarnir og skøvaðir og annars alt, ið stendst av vanligum brúki. Eru hvítvørur umfataðar av leigumálinum, er tað ábyrgd útleigarans at umvæla hesar ella skifta tær út vegna slit og elli. Vanligt slit og elli umfatar eisini úthurðar og vindeygu, ið byrja at leka.

    Einki er til hindurs fyri at útleigari og leigari gera aðra avtalu, ið er til fyrimuns fyri leigaran, um t.d. býti av viðlíkahaldi millum leigara og útleigara.

  • Hvussu við innbúgvi?

    Í § 8 í leigusáttmálanum kunnu partarnir avtala at gera ein innbúgvslista. Innbúgvslisti kann gerast um leigumálið heilt ella lutvíst verður yvirtikið við innbúgvi. Innbúgv er at meta sum alt, ið ikki er naglafast.

  • Hvussu við uppsagnartíð?

    Skilt verður ímillum vinnuliga og ikki-vinnuliga útleigan.

    1) Ikki vinnulig útleiga, er útleiga, sum fevnir um í mesta lagi tvey leigumál, ið eru á sama bústaði, har útleigarin og húski hansara búgva. Fyri at koma undir ikki vinnuliga útleigu, skal útleigari veruliga búgva á bústaðnum. Tað er ikki nóg mikið, at útleigari hevur sína postadressu á bústaðnum. Fyri leigusáttmálar, sum eru undirskrivaðir 14. mai 2019 og seinni, er ikki-vinnulig útleiga, útleigan sum fevnir um í mesta lagi 2 leigumál og einki krav er um at leigumálini skulu vera á sama bústaði sum útleigarin og húski hansara búgva.  

    2) Vinnulig útleigan er øll útleigan sum ikki kemur undir ikki-vinnuliga útleigan, herundir eisini útleigan til virkir og stovnar.

    Ikki vinnuligur útleigari kann siga leigumálið upp við 3 mánaðar freist til endan av einum mánaði. Ikki vinnuligur útleigari kann siga leigumálið upp uttan orsøk.

    Vinnuligur útleigari kann siga leigumálið upp við 5 mánaðar freist til endan av einum mánaði. Vinnuligur útleigari kann bert uppsiga leigumálið, um hann lýkur treytirnar fyri uppsøgn, ið settar eru í § 21 í leigulógini og skal grundgeva fyri síni uppsøgn.

    Umframt vanligu uppsagnarreglurnar kunnu leigari og útleigari uppsiga leiguavtaluna vegna mishald frá hinum avtalupartinum.

  • Hvussu við depositum?

    Sambært §  5 í  leigulógini, kann útleigari krevja depositum,  svarandi til leigu fyri  í mesta lagi  3 mánaðir.  Leiguupphæddin  verður  ásett  eftir
    avtalu millum útleigara og leigara. 

    Depositum er ein trygd fyri  skyldum leigarans, tá hann flytur út úr leigaðu hølunum.

    Útleigari kann krevja depositum afturhildið um:
      Leigari  ikki  letur  tað  leigaða  aftur  í sama  standi,  sum  tað  var  í,  tá  flutt varð  inn,  burtursæð  frá  vanligum  sliti
    og elli.
      Leigari skyldar leigugjald, ella
      Leigari  á  annan  hátt  kann  lastast  fyri, at  útleigari  hevur  havt  eitt  fíggjarligt tap,  orsakað  av  leiguni.  Útleigarin
    hevur próvbyrðuna fyri, at hann hevur havt eitt slíkt tap.

    Í tann mun, at útleigari krevur depositum skal hetta verða ásett í leigusáttmálanum, ið verður undirskrivaður  av  bæði  leigara  og  útleigara.

    Útleigari kann sostatt ikki eftirfylgjandi krevja at leigari skal rinda depositum. 

     
    Depositum  verður  at  rinda  inn  á deponeringskontu í peningastovni, hetta fyri at tryggja,  at  hvørki  leigari  ella  útleigari  hava ræðisrættin  yvir  peninginum,  so  leingi leiguavtalan er galdandi.

    Í  mai  2013,  varð  broyting  gjørd  í  leigulógini, soleiðis,  at  depositum  framyvir  skal  rindast  á deponeringskontu hjá útleigara. Útleigari  rindar  fyri  at  seta  á  stovn deponeringskontu.  Tað  er  eisini  útleigari,  ið sambært  §  5,  stk.  3  í  leigulógini  hevur rentuágóðan  av  depositum  í  sambandi  við,  at leiguavtalan endar.

    Kravið  um  deponeringskontu  er  galdandi  fyri øll  leigumál  til  bústað,  tó  undantikið  leigumál, ið Føroya Bústaðafelag umsitur.

    At stovna deponeringskontu:

    Fyri  at  stovna  deponeringkontu,  skal peningastovnurin hava:

      Persónsupplýsingar og samleikaprógv frá útleigara og leigara
      Undirskrivað eintak av leigusáttmála
      Upphæddina á depositum
      Bústaðin á tí leigaða

    Útgjalda depositum

    Útgoldið  verður  av  deponeringskontu  eftir ákravi treytað av, at útleigari og leigari í felag, og fullari semju, skrivliga biðja um tað.
    Smidligasti hátturin at fáa depositum útgoldið, er,  at  leigari  og  útleigari,  eftir  at  hava  sýnað leigubústaðin  í  sambandi  við  uppsøgn  av
    leigumálinum,  undirskriva  áheitan  til peningastovnin  um  at  útgjalda  depositum.  Í tann  mun,  at  bert  partur  av  inngoldna deposituminum  skal  útgjaldast  leigara,  vátta partarnir  hvør  upphæddin  er, ið skal útgjaldast leigaranum. 

    Samstundis  verður  váttað,  at restin  av  upphædduni  skal  flytast útleigaranum.

    Á  heimasíðu  leigunevndarinnar, www.leigunevndin.fo,  er skjal hjá pørtunum at undirskriva  í  sambandi  við  áheitan  til peningastovnin um at útgjalda depositum.

    Tað  er  óviðkomandi  fyri  peningastovnin,  at útleigari  mótvegis  peningastovninum mótmælir, at leigari fær útgoldið depositum. Einans  undirskrift  frá  báðum  pørtum  ella avgerð  frá  leigunevndini  kann  grunda  útgjald av depositum. Í  tann  mun  ósemja  er  millum  partarnar  og partarnar  velja  at  leggja  málið  beinleiðis  fyri rættin,  heldur  enn  fyri  leigunevndina,  kunnu peningarstovnarnir  tá    útgjalda  depositum sambært:
      innandi dómi,
      gerðarrættarúrskurði,
      uttanrættarsemju ella
      rættarsemju
    Hevur  leigunevndin  tikið  avgerð  í  máli  um depositum,  skal  peningastovnurin  útgjalda sambært  avgerð  leigunevndarinnar,  uttan mun  til,  um  partarnir  eftirfylgjandi  leggja málið fyri rættin.

    “Pengar undir borðið” frá leigara til útleigara er strangliga bannað, og verður mett sum lógarbrot, ið verður sektað. Sambært § 4 í leigulógini er tað bannað útleigara at taka ímóti ella krevja aðra samsýning frá leigara enn leigu ella at treyta sær, at leigari er partur av aðrari rættargerð, ið ikki er partur av leiguavtaluni. Útleigari kann t.d. ikki krevja eina upphædd frá einum leigara, soleiðis at hesin fær leigumálið fram um annan leigara, ella at leigari við síðuna av leigugjaldinum skal rinda onnur gjøld, ið annars ikki er ein partur av leiguavtaluni.

  • Hvussu stórt skal leigugjaldið vera?

    Leiguupphæddin verður ásett eftir avtalu millum leigara og útleigara.

    Er talan um órímuliga leiguavtalu, har leigan er sett alt ov høgt í mun til virðið á tí leigaða, kann avtalan umgerast sambært reglunum í avtalulógini.

    Leigunevndin hevur ikki heimild at viðgera upprunaligu leiguupphæddina. Tílík mál mugu leggjast fyri dómsvaldið. Ynskir leigari at leggja mál um órímuliga leiguavtalu fyri dómsvaldið, má leigari gera sær greitt manglandi verjuna í leigulógini móti uppsøgn frá ikki vinnuligum útleigara. Ikki vinnuligur útleigari kann siga leigumálið upp við 3 mánaða freist, uttan orsøk.

  • Nær skal gjaldast?

    Sambært leigulóg § 12, skal leigan gjaldast mánaðarliga frammanundan og í seinasta lagi tann 5. í mánaðinum. Fellur leigan til gjaldingar ein halgidag ella leygardag, verður gjaldsdagurin útsettur til fyrsta gerandisdag aftaná. Útleigari avger hvar og hvussu leigan skal gjaldast.

    Útleigari kann ikki krevja húsaleigu frá leigara áðrenn tann 5. í tí mánaða, ið leigan fellur til gjaldingar. Útleigari og leigari kunnu tó avtala, at húsaleigan verður goldin eftir tann 5. í mánaðinum, til dømis tann 8. ella 10. í mánaðinum.

    Um leigan ikki er íroknað ljós og hita, kann avtalast eftir ynski ella kravi frá leigara, hvussu hesar útreiðslur skulu gerast upp. Slík avtala skal skrivast í § 10 í leigusáttmálan fyri at sleppa undan møguligum ósemjum.

  • Kann leigan hækka í leigutíðarskeiðnum?

    Hækkan av leigugjaldi skal fráboðast leigaranum skrivliga 4 mánaðir frammanundan. Um ósemja er millum partarnar, kann leigunevndin sambært § 26, stk. 1, nr. 1 í leigulógini taka støðu til, um møgulig leiguhækking er rímulig og heilt ella lutvíst strika hesa hækking.

    Leigari kann krevja at síggja avrit fyri el, hita og annað, um haldgóð orsøk er. Um útleigari krevur leiguhækking vegna øktar útreiðslur til eitt nú el og hita, er hetta ein haldgóð orsøk hjá leigara at seta fram krav um avrit og skjalprógvan av útreiðslunum.

  • Hvat er mishald frá útleigara?

    Um útleigari ikki heldur seg til ásetingarnar í leigulógini og leigusáttmálanum, verður hann sambært § 23 í leigulógini mettur at vera í mishaldi. Leigari kann tá biðja útleigara steðga mishaldinum, annars hevur leigari møguleika at siga leigumál upp uttan nakra freist.

    Hvørt ein útleigari er í mishaldi, verður m.a. at meta um við støði í tí avtalaða. Hvat er avtalað kann síggjast í leigusáttmálanum, innflytingarfrágreiðingini og møguligum eftirfylgjandi skrivligum fráboðanum sambært § 7, stk. 2 og 3 í leigulógini. Harumframt hevur útleigari skyldu til sambært § 9 í leigulógini at halda lógarásett krøv til bústaðarbygging og brunakrøv og sambært § 10 í leigulógini at halda viðlíka alt, ið stendst av vanligum elli og sliti.

    Harumframt skal ein leigari kunna nýta leigumálið til bústað uttan bága. Hetta kann t.d. vera um útleigari ikki setir neyðug tiltøk í verk at basa mýs og rottum í bygninginum, ella um útleigari setir reklamuskilti á bygningin, ið upplýsir bústaðin við blinkandi ljósi.

    Leigari skal skrivliga boða frá mishaldinum. Somuleiðis skal leigari áseta eina rímiliga freist fyri útleigara at stegða mishaldinum. Ein rímilig freist skal metast við støði í tí, sum mishaldið snýr seg um.

    Um mishaldið krevur tíð at steðga, krevur hetta eina longri freist enn lættari mál. Freistin skal síggjast í sambandi við mishaldið, og skal metast í hvørjum einstøkum føri út frá, hvussu stórt og umfatandi mishaldið er.

    Ein leigari kann fara úr leigumálinum beinanvegin um útleigari ikki steðgar mishaldinum innan ásettu freistina.

    Mishaldið vera týðandi ella útleigari hava gjørt eina svikagerð. Er talan um ikki týðandi mishald, er uppsøgn av leiguavtaluni til uppathald beinanvegin ikki ein lutfalslig avleiðing, um ikki útleigari hevur gjørt eina svikagerð. Ynskir leigari at siga upp leigumál vegna ikki týðandi mishald, skal hann siga upp eftir vanligum reglum sambært § 19 í leigulógini.

    Metast skal í hvørjum einstøkum føri um, hvørt talan er um týðandi mishald. Leigari kann krevja endurgjald fyri útreiðslur, sum eru komnar av hesum mishaldi. Skjalprógvast skal, um leigari hevur havt neyðugar og beinleiðis útreiðslur av hesum mishaldi. Dømi um útreiðslur kunnu vera útreiðslur til at goyma møblar og útreiðslur til ein fyribils bústað.

  • Hvat er mishald frá leigara?

    Um leigari ikki heldur seg til skyldur sínar sambært leigulógini og leigusáttmálanum, er hann í mishaldi sambært § 24 í leigulógini.

    Útleigari skal geva leigara eina freist til at steðga mishaldinum. Hesi boð skulu vera skrivlig, og freistin hjá leigara er 8 dagar frá tí degi, leigari fær boðini.

    Um boðini ikki verða fylgd, hevur útleigari møguleika at siga leigara upp beinanvegin. Útleigari er tá ikki bundin av uppsagnarfreistini í § 20 ella § 21 fyri ávikavist vinnulig og ikki vinnulig leigumál. Hinvegin er talan um eitt so stórt inntriv í viðurskiftini hjá leigaranum, at ein slík uppsøgn ikki fær gildi, fyrr enn hon er góðkend av leigunevndini.

    Leigunevndin skal sambært § 28, stk. 1 í leigulógini taka avgerð í einum máli skjótast gjørligt. Kann málið ikki útsetast, kann formaðurin í leigunevndini einsamallur taka støðu sambært § 28, stk. 3.

  • Hvat verður roknað sum slit?

    Tá flutt verður úr leigaða bústaðnum, skulu leigari og útleigari í felag sýna bústaðin og tá verður innflytingarfrágreiðingin og møguligar skrivligar fráboðanir um brek/manglar sambært § 7 í leigulógini, grundarlagið undir sýninum.

    Letur leigari ikki leigumálið aftur í sama standi, sum tá hann flutti inn, kann útleigari lata hølini umvæla fyri eigarans rokning. Hetta merkir eisini, at útleigari sambært § 5, stk. 2, nr. 1 í leigulógini kann afturhalda depositum.

    Sambært § 12, nr. 4 í leigulógini, skal leigumálið latast aftur í sama standi, sum tað var í, tá flutt var inn, tó burtursæð frá vanligum sliti og elli. Ábyrgdin hjá leigara at lata leigumálið aftur í sama standi tað var í við innflyting, skal síggjast í sambandi við § 10 í leigulógini, ið áleggur útleigara at halda viðlíka alt, ið stendst av vanligum sliti og elli og í sambandi við § 12, nr. 3 í leigulógini, ið sigur at leigari hevur skyldu at endurrinda ella bøta um skaða á leigumálið.

    Vanligt slit og elli kemst av allari vanligari og rímuligari bústaðarnýtslu. At bøta um slit og elli verður gjørt við t.d. at mála, hvítta, tapetsera og lakera gólv. Er talan um slit á trægólv vegna vanligt brúk, er hetta at meta sum slit og elli. Eru t.d. grovar foyrur og brennimerki í gólvinum, er talan um skaða, ið leigari skal endurrinda.

    Leigari hevur ikki skyldu at mála leigumálið uttan so, at talan er um skaða. Hol í veggin, er at meta sum skaði. Litfarið tapet, er ikki at meta sum skaði, men sum slit og elli.

    At mjólk, saft ella reyðvín er stoytt á teppið, má metast at vera hendiligt óhapp undir vanligari bústaðarnýtslu. Er hinvegin stoytt á alt gólvteppið, vil talan ikki vera um vanliga og rímuliga bústaðarnýtslu.

    “Óvanligt” slit kann t.d. standast av húsdjórum, ið gnaga durakarmar, eta gólvteppi, skava við klørnum í trægólv ella vegna alt ov “harðligt” innispæl hjá børnum.

    Sambært § 12, nr. 3 í leigulógini, hevur leigari skyldu til at endurrinda útleigaranum tap, ið kemst av at húsfólk hansara ella gestir hansara elva til skaða á leigumálið. Hetta uttan mun til hvørt skaðin er hendur við ósketni, óansni ella av aðrari orsøk.
    Húsfólk kunnu vera børn ella maki leigarans, og fólk, ið annars kunnu metast sum vanlig húsfólk. Sum gestir eru at skilja øll onnur, ið vitja leigumálið uttan mun til hvørt leigari kennir ella ikki kennir gestin, sum er inni í leigumálinum. Leigari heftir eisini fyri gestir, sum húsfólk hansara hava við inn í leigaðu hølini.

  • Kann leigarin sjálvur gera umvælingar?

    Leigari kann ikki sjálvur gera umvælingar ella broytingar í leigumálinum, og síðan krevja endurgjald frá útleigara.

    Er talan um skaða á leigumálið hevur leigari tó sambært vanligum ábyrgdarreglum skyldu til, eftir førimuni, at avmarka skaðan, við t.d. at koyra stoppikranan fyri, um eitt vatnrør brestir ella at seta plátu fyri, um ein rútur brotnar.

    Útleigari kann avgera hvørjir handverkarar skulu gera umvælingar ella broytingar í leigumálinum.

    Ynskir leigari at gera broytingar í leigumálinum, skal hann sambært § 11 í leigulógini hava skrivligt loyvi frá útleigara. Útleigari og leigari skulu í hesum sambandi eisini avtala hvør heldur útreiðslurnar fyri broytingarnar, hvør skal gera arbeiðið og um broytingarnar skulu takast burtur aftur við fráflyting.

  • Hvussu við royking, húsdjórum, veitslum og tílíkum?

    Útleigari kann áseta húsreglur fyri leigumálið, har støða verður tikin til í hvønn mun leigari kann roykja á leigumálinum, um leigari kann hava húsdjór, og í hvønn mun veitslur kunnu haldast í leigumálinum.

  • Ber til at framleiga eitt leigumál?

    Sambært § 15 í leigulógini, má leigari ikki uttan loyvi frá útleigara nýta tað leigaða til annað endamál enn vanliga og rímuliga nýtslu av bústaði, og kann ikki lata nýtsluna av tí leigaða til onnur. Sambært § 16 í leigulógini skal leigari hava skrivligt loyvi frá útleigara at framleiga leigumálið.

  • Nær kemur Leigunevndin uppí?

    Eru leigari og útleigari ósamdir kunnu ávís trætumál leggjast fyri leigunevndina til støðutakan.

    Sambært § 26 í leigulógini kann leigunevndin viðgera kærur frá pørtunum um:
    1) ein møgulig hækking av leiguni er rímilig, og kann heilt ella lutvíst strika hesa hækking,
    2) leigubústaðurin lýkur ásettu krøvini til brunatrygd, bústaðarbygging o.l. og kann í hesum sambandi áleggja útleigaranum at gera neyðugar ábøtur,
    3) rættin og skyldur hjá útleigara at fremja umvælingar,
    4) grundarlagið fyri uppsøgn av leigumálinum og kann ógilda eina ólógliga uppsøgn,
    5) afturhaldan av depositum

    Leigunevndin er ein fyrisitingarlig nevnd, sum í høvuðsheitum tekur avgerðir út frá skrivligum grundarlagi. Kærur skulu sostatt vera skrivligar og grundgevast skal fyri kæruni. Leigunevndin kann krevja aðrar upplýsingar frá pørtunum og kann í ávísum førum krevja at sýna sjálvt leigumálið, tá hetta krevst fyri at kunna taka avgerð í málinum.

    Avgerðirnar hjá leigunevndini eru endaligar innanfyri fyrisitingina, og kunnu bert roynast í rættinum.