Leigunevndin   >   Faroese Edition   >   Lógin

Lógin

Lógin er at finna her.

Viðmerkingarnar til lógina eru at finna her.

Nýggja leigulógin hevur til endamáls, at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara at virka fyri einum vælskipaðum og vælvirkandi leigumarknaði og at seta krøv til leiguavtalur.

Við leigulógini verða sett í verk skipaði og dagførd viðurskifti fyri alt landið í samband við leigan og útleigan av fastari ogn.

Leigulógin kemur ístaðin fyri “Midlertidig bestemmelse for Færøerne nr. 41 af 2. december 1940 om lejeforhold”, og fevnir um leiguavtalur, sum verða gjørdar aftaná, at hendan lóg er komin í gildi.

Leigunevndin skal hava eftirlit við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar, og taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara.

Á hesum síðum, verður lógin gjøgnumgingin við atliti til áhugamálini hjá útleigara og leigara. Sí meiri til vinstru.