06.10.2010 · Leigunevndin

Umsitingarsáttmáli gjørdur fyri Leigunevndina

Tann 10. september 2010, varð undirskrivaður umsitingarsáttmáli millum Brúkaraumboðið og Almannamálaráðið.

Sáttmálin er ein staðfesting av, at Brúkaraumboðið skal virka sum umsiting fyri leigunevndina, og tískil kemur at verða umboð fyri leigunevndina í dagligum samskifti við leigarar og útleigarar.

Nýggj leigulóg kom í gildi 1. september 2010.

Sáttmálin inniheldur í stuttum:

1) Tænastuveitingar frá Brúkaraumboðnum. Brúkaraumboðið átekur sær vegna landsstýrismannin í Almannamálum, sum ásett í hesi avtalu at virka sum umsiting fyri leigunevndina sbrt. løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum.

2) Játtan til rakstur av umsitingini. Játtan til útreiðslur, sum standast av umsitingini av leigunevndini er at finna, á høvuðskontu 12.11.1.26 “Almannamálaráðið”, undirkontu 26 “Leigunevndin”.

3) Eftirlit. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at leigulógin verður umsitin sbrt. lóggávuni, og at umsitingin av leigunevndini hjá Brúkaraumboðnum verður forsvarliga skipað.