20.04.2020 · Leigunevndin

Leigunevndin hevur skrivað ársfrágreiðing fyri 2019

Leigunevndin hevur  í 2019 havt 40 mál til viðgerðar, harav 6 kærur og 34 skrivligar fyrispurningar.  Harafturat hevur leigunevndin havt 54 munnligar fyrispurningar til viðgerðar.

Tær kærur og fyrispurningar, sum leigunevndin hevur viðgjørt í 2019 hava fyri tað mesta snúð seg um afturhildið depositum og uppsøgn av leigumáli, tá ið mishald hevur verið av leiguavtalu. Eisini hava fleiri spurningar verið um uppsagnartreytir, tá ið leigubústaðurin verður seldur. Nakrir fáir spurningar hava snúð seg um munin á vinnuligari og ikki-vinnuligari útleigan.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.