24.09.2012 · Leigunevndin

Ársfrágreiðing frá Leigunevndini – 2010/2011

Tann 1. september 2010 kom í gildi løgtingslóg nr. 60 frá 26. Mai 2010 um útleigan av bústøðum. Endamálið við nýggju leigulógini er at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara og at virka fyri einum vælskipaðum og vælvirkandi leigumarknaði og at seta krøv til leiguavtalur.

Nýggja leigulógin tekur hædd fyri teimum ymisku áhugamálunum hjá leigarum og útleigarum og at skapa eina javnvág teirra millum, sum kann gagna øllum pørtum. Leigulógin kemur ístaðin fyri “Midlertidig bestemmelse for Færøerne nr. 41 af 2. december 1940 om lejeforhold”, sum bert var galdandi fyri Tórshavnar Kommunu.
Leigunevndin skal hava eftirlit við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar, og taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara.

Tann 1. september 2010 kom í gildi løgtingslóg nr. 60 frá 26. Mai 2010 um útleigan av bústøðum. Endamálið við nýggju leigulógini er at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara og at virka fyri einum vælskipaðum og vælvirkandi leigumarknaði og at seta krøv til leiguavtalur.Nýggja leigulógin tekur hædd fyri teimum ymisku áhugamálunum hjá leigarum og útleigarum og at skapa eina javnvág teirra millum, sum kann gagna øllum pørtum. Leigulógin kemur ístaðin fyri “Midlertidig bestemmelse for Færøerne nr. 41 af 2. december 1940 om lejeforhold”, sum bert var galdandi fyri Tórshavnar Kommunu.Leigunevndin skal hava eftirlit við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar, og taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara.

Las meiri:  Ársfrágreiðing frá Leigunevndini – 2010-2011.pdf