Sambært nýggju leigulógini, skulu øll bústaðarleigumál, sum verða avtalaði eftir 1. september 2010, verða gjørd við at leigari og útleigari skulu skrivliga gera ein leigusáttmála, og eisini skal innflytingarfrágreiðing verða skrivað.
Til hetta er ein almennur leigusáttmáli og innflytingarfrágreiðing tøk til nýtslu.
Almenni sáttmálin og innflytingarfrágreiðingin eru góðkend við kunngerð, heimildað í leigulógini, av avvarðandi Landsstýrismanni Rósu Samuelsen.
Til ber at heinta elektróniskt avrit av hesum skjølum her á heimasíðuni.