Almenn skjøl

Eftir nýggju leigulógini, sum kom í gildi 1. september 2010, skulu øll leigumál framyvir nýta ein og sama leigusáttmála, ið er ásettur í kunngerð nr. 89 frá 27. august 2010.

Endamálið er at tryggja leigara móti, at órímiligar avtalur verða gjørdar. Leigusáttmálin inniber, at partarnir sínámillum tó hava møguleika at avtala annað. Tílíkar avtalur skulu fylgja teimum minstukrøvum, ið verða ásett í lógini, tá ræður um verju av leigaranum.

Krav er, at ein innflytingarfrágreiðing verður gjørd, tá leigari flytir inn í ogn hjá útleigara.

Í  mai  2013,  varð  broyting  gjørd  í  leigulógini, soleiðis,  at  depositum  framyvir  skal  rindast  á deponeringskontu hjá útleigara.

Hesi skjøl, og vegleiðing í at brúka hesi skjøl, eru at finna her. Vel til vinstru.